01.07.2025

Bókaútgáva av Fuglafjørður og fuglfirðingar II Handils- og fiskimannabygd

Vit byrja Varmakelduna longu hóskvøldið við bókaútgávu, tá bind II av Fuglafjarðar søgu verður løgd fram í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

 

Skráin fyri kvøldið er hendan:

 

Kl 20:00              Formaðurin í Mentanarnevndin bjóðar vælkomin og hugleiðir stutt um týdningin at kenna okkara røtur.

Kl 20:05               Petur Martin Petersen, í søgubólkinum hugleiðir um arbeiðið.

Kl 20: 20              Tónar úr Fuglafirði, Jóanis Erik og Eyðun

Kl 20:30               Steffenn Stummann Hansen leggur fram Fuglafjarðar Søgu bind II.

Kl 20:45               Tónar úr Fuglafirði, Jóanis Erik og Eyðun

Kl 20:50               Jón Brian Hvidtfeldt/Sprotin – Fuglafjarðar søga sum ljóðbók. Tankar um tilgongd.

Kl 21:00               Kaffi, prát og bókin verður signerað

Kl 21:30              Takk fyri

 

Møguligt er at ogna sær bókina.

 

Komandi vikurnar verður eitt eintak av bókini borið ókeypis út til hvørt húski í Fuglafjarðar kommunu.

 

Fuglafjarðar kommuna