27.04.2022

Bindifestivalurin á Hellunum 28. & 29. apríl

Í morgin og ovurmorgin fer árligi Bindifestivalurin av stokkinum - hesaferð á Hellunum.

Skráin og vakri faldarin sæst niðanfyri við at trýsta á myndina.

Leinkja til heimasiðuna hjá Bindifestivalinum er her

Vit ynskja fyriskiparunum og gestunum ein góðan festival!

 

 

Skrá Bindifestivalurin á Hellunum 28. & 29. apríl 2022

Hósdagin 28. apríl

Kl. 8.00 – 18.00 Kunningardiskurin í Bønhúsinum

Kl. 8.30 – 16.00 Café á loftinum í Bønhúsinum

Kl. 9.00 – 9.15 Felagssangur í Bønhúsinum

Kl. 10.00 – 11.00 Gongutúrur “Út á Rivið”Ferðaleiðari: Jústinus Eidesgaard

Kl. 10.00 – 11.00 Frásøga og kaffi, “Seyðahald” v/Petur Martin Petersen (hús nr 9 frammi í bønum)

Kl. 11.00 – 12.00 Frásøga og kaffi, “Brúður í Roskilde dómkirkju” v/Árna Dahl (hús nr 8 á Trøðni)

Kl. 12.00 – 13.30 Máltíð í Bønhúsinum

Kl. 14.00 – 15.00 Frásøga og kaffi,  «Um Ull” v/Dortheu Joensen  (hús nr 2 á Høvdini)

Kl. 15.00 – 17.00 Súkklu-/busstúrur til Oyndarfjarðar. Ferðaleiðari: Jústinus Eidesgaard

Kl. 18.00 – 19.30 Døgverði og kaffi í Bønhúsinum

Kl. 20.00 – 22.00 Kvøldseta hjá Lamba-Símuni

Fríggjadagin 29. apríl

Kl. 8.30 – 16.00 Kunningardiskurin í Bønhúsinum

Kl. 9.00 – 9.15 Felagssangur í Bønhúsinum

Kl. 9.00 – 16.00 Café á loftinum í Bønhúsinum

Kl. 10.00 – 11.00 Frásøga og kaffi, “Hvar er heima?” v/Helenu Samuelsen (hús nr 7 við Ánna Svørtu)

Kl. 11.00 – 12.00 Gongutúr gjøgnum bygdina. Ferðaleiðari: Petur Martin Petersen

Kl. 12.00 – 13.30 Máltíð í Bønhúsinum

Kl. 15.00 – 16.00 Frásøga og kaffi, “Samanhald og trivnaður í smábygdum” v/Duritu R. Hansen (hús nr 6 hjá Hansinu)

Kl. 16.00 – 17.00 Frásøgn og kaffi, “Hús av rekaviði” v/Jústinus Eidesgaard (hús nr 4 hjá Lamba-Símun)

Kl. 16.00 – 17.00 Gongutúr fram eftir Bakkanum. Ferðaleiðari: Petur Martin Petersen

Kl. 18.30 – 21.30 Hugnakvøld v/ 3-rætta matskrá í Bønhúsinum