13.03.2019

Avloysarar til Eldrasambýlið Giljagarður í Leirvík

NÁND-HEIMATÆNASTAN

Vit sóknast eftir avloysarum sum brenna fyri at skapa góð og virðilig kor til eldri borgarar. Vit ynskja, at tú byrjar skjótast møguligt.

Tørvur er á avloysarum sum kunnu arbeiða dag-, kvøld- og náttarvaktir. Tú hevur sjálv/ur møguleika fyri at avgera hvørjar vaktir tú kanst arbeiða

Førleikakrøv og karmar:

  • Útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari er ein fyrimunur men ikki eitt krav
  • Tú hevur góð samskiftisevnir eins og førleika, áhuga og hegni til at veita eldri borgarum stuðul og hjálp til at megna sín dagligdag
  • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Góð tvørfaklig samstarvsevnir
  • At tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum

Starvið snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt til eldri borgarar.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Setan og løn
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara á Giljagarði á tlf. 73 02 82

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu skulu sendast til: Nánd – Oyran 2, 512 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt. Sí meira um Nánd á www.eystur.fo