19.02.2020

Avloysarar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr 0 til 6
ára aldur. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga
setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og
uttandurða, har áhugin og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Vit sóknast eftir:
Avloysarum, ið kunnu starvast skiftandi vaktir og møta við stutttíðar fyrivarni.
Avloysarum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd
og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har
barnið er í miðdeplinum.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Stropin
Børkugøta 1, Kambsdalur
Fo-530 Fuglafjørður
ella stropin@fuglafjordur.fo

Nærri upplýsingar um starv kunnu fáast við at venda til Annu Joensen, leiðara, á telefon
238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.