Avhandingin av skúlanum, ið skuldi verið 2. november, er útsett ein mánað. Rúni Abrahamsen byggileiðari sigur í viðmerking, at tað eru ymisk viðurskiftir sum gera, at hann hevur mælt bygginevndini fyri skúlan at útseta avhandingina, hóast arbeiðið gongur væl.
Bæði bygginevnd og arbeiðstakarar hava tikið undir við tilmælinum og verður nýggja avhandingin av barnaskúlanum 2. desember. Felagshøllin, ítróttarhøllin og tannlæknastovan verða avhandað 18. januar í komandi ári, sum ætlað.
Sum áður nevnt fyriliggur ein ætlan til 2. byggistig, sum verður gjørt saman við Eysturkommunu til skúlasamstarvið Framvit.
Arbeitt verður fram ímóti, at vísa skúlan fram fyri borgarum í kommununi, síðstu viku áðrenn jólafrítíðina. Nærri kunning kemur seinri.