09.12.2021

Avhandan av barnaskúlanum

Nýggi skúlin, sum býráðið í Fuglafirði samtykti at lata byggja í 2016, er komin so mikið væl áleiðis, at arbeiðið innandura varð avhendað í dag, 9. desember. 2021.

Talan er um innandura arbeiðið, ið Elcon, Victor á Lakjuni og MT Højgaard, hava staðið fyri. Nú innandura arbeiðið er handað Fuglafjarðar kommunu, verður bygningurin gjøgnumgingin og seinastu manglarnir verða gjørdir. Síðani verða skipanir tillagaðar, skúlin reingjørdur og innbúgv og útgerð gjørt klárt, so skúlin kann takast í brúk fyrst í komandi ári.

Enn manglar nakað av arbeiðið uttandura og nógv verður lagt fyri at fáa arbeiðið liðugt fyrst í komandi ári.

Tá barnaskúlin er liðugur, verður farið í holt við 2. byggistig sum umfatar 64 skúlan. Skúlin er bygdur í 1964 og treingir til at verða dagførdur, bæði innan og uttan. Ein ætlan fyriliggur hvussu 2. byggstig verður gjørt og verður tað Fuglafjarðar kommunu, sum  stendur fyri verkætlanini til skúlasamstarvið Framvit.

Høvi verður hjá almenninginum at vitja nýggja barnaskúlan fyrst í komandi ári, tá hátíðarhald og vígsla verður.

Nærri kunning um hátíðarhaldið kemur seinri.