16.11.2018

Avdúking av 40 málaðum húsaframsíðum

Í morgin, leygardagin 16. november kl. 15.00, verður spennandi, úttandurða avdúking av 40 málaðum húsaframsíðum úr Fuglafirði, Kambsdali og Hellunum gjøgnum tíðina. Tað eru Signar og sonurin, David á Brúnni, sum hava málað og fyrireika hesa áhugaverdu verkætlan síðani tíðliga í summar. Teir hava kannað eftir, nær húsini eru bygd, úr hvørjum tilfari tey eru og hvør ið hevur smíðað
Nú alt bendir á, at vikuskiftisveðrið endiliga verður gott, er avrátt, at sýna fram málningarnar leygardagin, sunnudagin, mánadagin og týsdagin.

Sýnt verður fram á grasteigunum oman fyri Keypssamtøkuna. Avdúkingin verður kl. 15.00, har Borgarstjórin, Sonni á Horni, býður vælkomin. Síðani hugleiðir arkitekturin Albert Isfeldt, ið átti ommu og abba í Fuglafirði, um byggilist í Føroyum.
Søgufróð fólk eru á staðnum leygardagin, ið eru tøk at svara spurningum, ið hava samband við framsýningina. Sjálvandi verður kaffi og te boðið tykkum, ið vitja sýningina.

Hjartaliga vælkomin!