Sunnudagin á Mentanardøgunum í Fuglafirði skuldi fólkafundur vera á Skarðinum kl. 14, og hóast veðrið ikki var vánaligt, var lendið vátt og viðbrekið, og veðurforsøgnin lovaði æl og nakað av vindi júst tá. So løtan á Skarðinum varð flutt inn í fjálga og hugnaliga Ribarhús mitt í býnum.
Eitt av evnunum á skránni hesar Mentanardagar var umhvørvið og ein sunn ringrás. Atli Gregersen, stjóri á Hiddenfjord, var boðin at halda røðuna á Fólkafundinum, júst tí at Hiddenfjord hevur ein sterkan umhvørvisprofil, og tí at Atli sjálvur hevur íverksett eina spennandi lokala og arkitektoniska ringrás við at endurskapa søguliga umhvørvið Úti á Gjógv og Fiskastykkið í Sandavági.
Atli hevur ættarbond til Fuglafjarðar og vaks upp í Fuglafirði fyrstu barnaárini. Hann minnist nógvar túrar niðan á Skarðið saman við abbanum, sum eisini var vinnulívsmaður og lat Ribarhús byggja til sítt fjølbroytta virksemi. So tað hóskaði væl, at flyta fólkafundin av Skarðinum heim í Ribarhús.
Fitt av fólkið kom saman í Ribarhúsi at lýða á, og røðan var bæði kveikjandi og hugfarslig:
Fólkafundarrøða á Mentanardøgunum í Fuglafirði 3. septembur 2023
Góðan dag øll somul.
Eg takki fyri heiðurin, at vera biðin um at halda fólkafundarrøðuna á Skarðinum í ár.
Hetta staðið merkir nógv fyri meg.
Her komu langabbi mín Gamli Sámal Petur og langomma mín Elin Sofía við kúgv til gongu 3. jóladag í 1887 fyri at búseta seg í Fuglafirði, har vánirnar fyri at breyðføða seg vóru munandi betri enn í Kollafirði og Streymnesi. Her var stutt til tey góðu fiskimiðini.
Eg búði í Fuglafirði til eg fór í skúla í 1963. Her var eg mangar túrar við abba mínum Pidda, eisini aftaná at eg var fluttur til Gøtu.
Tað var sera hugnaligt. Serliga gleddi eg meg til hvat hann fór at bjóða tá vit vóru komnir niðan. Hann hevði góðan mat við til okkum báðar.
Vit ótu ofta fyrst eina appilsin, sum hann skar í tvey, soleiðis at vit kundu brúka hálvurnar, sum kopp til vatn, ella vónandi saft, aftaná.
Hesir túrar lærdu meg at kenna alsk til náttúruna og at vera í náttúruni.
Tá Kristina Gry Berg ringdi og spurdi um eg kundi halda eina røðu um burðardygd á Skarðinum, var eg, sum so mangan í fjøllunum. Hesaferð á veg niðan á Krosstind í Sandavági.
Eg halda røðu? Nei pínadoy. Egni eg meg nóg væl til tað? Bið onkran annan, hugsaði eg.
Vit avtalaðu tó, at eg skuldi hugsa um hetta, og svara tríggjar dagar seinni.
Hon bað meg tosa um burðardygd. Vit mugu liva burðardygt, annars fer alt av lagi.
Svenski sangurin ”Har du visor min ven” ljóðar soleiðis:
Har du visor min ven sjung dem nu
For nu er tiden da visor skal sjungas
Och den som skal sjunga er du
I morgon er kanskje for sent min ven …
Ella eitt sindur øðrvísi á føroyskum:
Vilt tú gera mun, ger tað nú
Tí nú er tíðin tá tøk skulu takast
Og tøkini taka kanst tú!
Jú eg vil gera mítt, hugsaði eg, og tá hon tríggjar dagar seinni spurdi um eg tók av, var svarið ja.
Til stuttleikar kann eg nevna, at abbi mín hugsaði burðardygt, tá hann 89 ára gamal skeyt upp at friða haruna í eini 4 ár, tí so fekk man kanska ein orduligan harudag aftur.
Vit liva á klótuni og vit liva av klótuni. Øll okkara vælferð er grundað á tað sum kemur frá móðir jørð. Vit hava fingið jørðina at brúka, ikki at misbrúka.
Við at brúka náttúruna rætt, kunnu vit skapa okkum góð livikor bæði í dag, og í allari framtíð.
Um vit misbrúka ella yvirforbrúka náttúruna, gerst endin ótespiligur.
Menniskjan hevur bert varandi góð livilíkindir, um hon livir í samljóði við náttúruna.
Sjálv menniskjan megnar onki.
Danska sálmaskaldið Brorson yrkti fyri knapt 400 árum síðani soleiðis, sum Christian Matras hegnisliga umsetti til føroyskt.
Og gingu kongar fram á rað
Og vístu megi mesta
Teir megnaðu ei minsta blað
Á notulegg at festa
ST Aðalskrivarin Antonio Guterres er í døpurhuga: ”Vit eru á eggini”
Útlátið av CO2 og øðrum vakstrarhúsgassum, heldur fram at vaksa. Jarðarhitin heldur fram at vaksa, og móðir jørð nærkast skjótt einum punkti , har vit missa takið, og har tað er ov seint at bøta um skaðan.
Longu nú uppliva vit ógvusligar avleiðingar:
Hitabylgjur, harðar ódnir, áhaldandi gloprarregn, vatnflóðir, turk, skógareldar og hungursneyð.
Men ávirka hesar hendingar úr umheiminum okkum í Føroyum? Fær henda álvarsliga veðurlagskreppa okkum at rakna við? Ella skulu vit fyrst merkja tað meira uppá egnan kropp áðrenn vit taka støðuna í álvara?
Sambært Antonio Guterres koyra vit, við fullari ferð, á einum motorvegi móti eini veðurlagsavgrund.
Jóan Jakku Guttesen yrkjur soleiðis:
Verðin er ein rumbuldós
Nógva ferð og onga kós
Melur seg av eggini
Hon fer skjótt at leggja seg
Verðin er ein Rumbuldós
Hon er troytt og hon er móð
Liggur nú í andaneyð
Fullan búk av CO2
Hey, nú fara vit bæði beint í sofuna
At eygleiða katastrofuna
So fara vit at lulla
Óluksáliga væl yrkt. Nei, vit kunnu ikki gera sum strussurin, og stinga høvdið í sandin og ikki síggja veruleikan í eyguni.
ACTION
ST Aðalskrivarin sigur at vit mugu handla alt fyri eitt. Vit mugu gera grundleggjandi broytingar í okkara orkuskipanum og flutningshættum her og nú. Hann sigur eisini, at vit skjótt og effektivt mugu leggja um til varandi orkukeldur, so sum vind- vatn- og sólarorku, soleiðis at vit gera okkum leys av olju og gassi.
Matur stendur fyri umleið 30 % av útlátinum av veðurlagsgassum. Oksakjøt eigur meginpartin av hesum útlátinum. Tí eiga vit at eta minni av oksakjøti, og heldur meira av fiski og flogfenaði og nógv meira av frukt og grønmeti.
Vit eiga eisini at vera tilvitaði um ikki at oyðsla mat.
Vit kunnu minka um útlátið frá mati niður í helvt við at fylgja almennu norðurlendsku kostráðunum.
Eisini mugu vit keypa og brúka minni av alskyns vørum, eins og vit mugu flúgva minni.
Hugburðsbroyting
Tað er neyðugt við einari hugburðsbroyting
Vit mugu venja okkum við at hugsa heilt nýtt.
Tá vit skulu gera okkurt, eiga vit altíð at seta okkum spurningin: Hvørja ávirkan hevur hetta á náttúruna? Vil hetta vaksa ella minka um okkara útlát av veðurlagsgassum?
Vit kunnu ikki bara halda fram við at gera tað lættasta. Vit mugu gera tað rættasta.
Hvør skal handla?
Vit sum eru rík útláta nógv mest. Tí eiga vit at reagera skjótast.
Tað er eisini eitt etiskt krav, at vit sum hava best ráð skulu handla skjótast.
Føroyar eigur sum land at handla nógv skjótari.
Føroyskar fyritøkur eiga eisini at handla nógv skjótari.
SEV eigur at viðvirka meira til, at allar góðar kreftir sleppa at gera mun í grøna orkuskiftinum.
Kringvarpið eigur at leggja nógv meira orku í at upplýsa um – og at viðgera veðurlagskreppuna.
Hin einstaki kann broyta sínar vanar til tað betra skjótari.
Saman kunnu vit gera mun, bæði við at broyta okkara egnu vanar og við at varpa ljós á avbjóðingarnar við útláti av vakstrarhúsgassum, áðrenn heimurin er farin av eggini.
Tá vil tað nytta lítið:
At kongar ganga fram á rað
Og vísa megi mesta
Tá megna teir ei minsta blað
Á notulegg at festa
Takk fyri