09.03.2023

Ársins Brita

Á tiltakinum, Frú Formaður á altjóða kvinnudegnum 8. mars í Mentanarhúsinum, var Rannvá Magnadóttir kosin til Ársins Britu.

Ársins Brita

Heitið Brita, sjálvt orðið, er ein formur av kvinnunavninum Birgitta. Men hvørja Birgittu ella Britu sipað verður til, vita vit lítið um. Tað kann hugsast at tað stavar frá onkrari gamlari søgu um onkra Britu við ávísum eginleikum.

Ein Brita – def: Ein sterk, framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir.

Grundgeving hjá dómsnevndini

Treystið og dirvið hjá Ársins Britu, hevur verið við til at flutt okkara mørk og gjørt okkum meira búgvin sum samfelag. Ársins Brita gjørdi nakað heilt serligt, sum eisini kom øðrum til góðar. Tá samfelagið av órøttum álegði henni ábyrgdina av ágangi, nýtti Ársins Brita sín egna pall til at tala at og rópa varrskó, uttan av hava onnur at hella seg til. Treystið og dirvið hjá Ársins Britu setti gongd á eina rørslu, sum síðani breiddi seg út í samfelagið.

Hennara opinleiki og hennara dirvi fekk øll at tosa um álvarsligu avleiðingarnar av talgildum harðskapi. Hon var fyrimyndarlig, hon var sterk og hon var ein uggi hjá nógvum, sum eisini vóru fyri talgildum harðskapi. Ársins Brita var tann fyrsta í eini røð av kvinnum í Føroyum, ið sýttu fyri at gerast offur av talgildum harðskapi, tá ein listi við nøvnum á kvinnum í sonevndu Golden Maps, var í umferð

Ársins Brita stóð fram. Ársins Brita breyt tøgnina. Ársins Brita tók eina framsøkna avgerð, hóast hon visti at hetta kundi kostað henni.

Dómsnevndin er mannað við hesum umboðum, Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu, Brandi Mortensen Nolsøe frá Javnstøðunevndini og Rønn Eliasen frá Fuglafjarðar kommunu.

Hóast nógvar fantastiskar kvinnur vóru í uppskoti til Ársins Britu, var tað ein samd dómsnevnd, sum valdi Rannvá Magnadóttir til Ársins Britu.