05.09.2016

Arktis, Føroyar og Fuglafjarða havn

Nú amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, var og vitjaði í Føroyum á ólavsøku, tosaði hann við okkara stjórn um ymisk mál, millum annað um viðurskiftini viðvíkjandi Arktis. Hetta er eitt stórmál sum hevur verið uppi á døgum í nógv ár, men við vaksandi áhuga so hvørt sum ísurin í arktiska økinum bráðnar.

Eisini amerikanski herflotaráðharrin, Ray Mabus, var fyri tíð síðani og vitjaði stjórn okkara og sum skilst, var hetta sama evnið eisini havt á munni.

Í løtuni er ein nevnd hjá Tingmannanevndini hjá NATO á vitjan í Føroyum og tosar við stjórn okkara. Vitjanin er ein liður í eini kunningarferð í Arktis.

Nú um dagarnar var Útnorðurráðið á ársfundi í Qaqartog. Tá vanliga ráðstevnan var liðug, var felagsráðstevna í samstarvi við Norðurlandaráðið tann 24. august. Ráðstevnan bar heitið ”Burðardygg økismenning í Arktis”.

Høvuðsspurningarnir í málinum um Arktis, eru hvussu og hvørji lond skulu býta økið sínámillum, hvat er av tilfeingi í havinum og í undirgrundini, o.s.fr.

Hesir spurningar eru áhugaverdir, men tað er ikki omanfyrinevndu spurningar, sum hava størsta áhuga fyri føroyingar, tí neyvan sleppa vit uppí part á hasum frontinum.

Hinvegin er okkara stóri áhugi knýttur at spurninginum um at sleppa uppí part at veita alskyns tænastur til tí øktu skipaferðsluna, ið stendst av møguligum virksemi í arktiska økinum.

Ikki minni er áhugi í nær útnyrðings siglingarleiðirnar norður um Kanada og landnyrðings siglingarleiðirnar norður um Rusland gerast meira og meira farbarar.

Grundað á okkara strategisku/landafrøðiligu støðu, er ikki óhugsandi, at Føroyar í framtíðini kundi blivið ein partvísur veitingardepil.

Fyri meira enn 15 árum síðani varð hesin spurningurin, um væntaða økta skipaferðslu á norðurhøvunum, við í metingini hjá okkum í Fuglafjarðar kommunu í sambandi við ætlanir at útbyggja oljugoymsluna á havnalagnum.
Hetta var eisini ein liður í at uppfylla visiónina fyri Fuglafjarðar havn, sum ein altjóða skipahavn, við serligum denti á uppisjóvar fiskivinnuna og at kunna veita øllum skipum allar vanligar tænastur, sum skip vænta at fáa í eini slíkari havn, eisini øll sløg av bunkers olju.
Stutt sagt ein maritimur tænastudepil.

Tað er nú 8 ár síðani oljuterminalurin byrjaði sítt virksemi. Vinnan, saman við kommununi, fingu hetta í lag og hevur hetta tilført havnini eitt vælvirkandi virki, ið hevur latið olju til føroysk og útlensk fiskiskip og stór handilsskip úr ymiskum londum.

Áhugavert hevur verið at fylgt við hvaðani og hvar til hesi stóru skip koma og fara. Til dømis var tað eitt stórt skip, sum hevði lastað meira enn 50.000 tons av koli í Vancouver í Kanada, sum sigldi alla leiðina suður við amerikansku vesturstrondini til Panama. Síðani gjøgnum Panamaveitina út í Karibiska havið og víðari yvir Atlantshavið og inn á Fuglafjørð at bunkra.
Skipið stakk góðar 12 metrar, so lítið var út at geva. Liðugur at bunkra tungolju við lágum svávulinnihaldi, gekk leiðin umvegis Norðsjógvin, Skagerak, Kattegat og inn í Eystursjógvin til Finlands at lossa kolið.
Løgið at finlendingar ikki keyptu kolið frá kolframleiðandi grannunum fyri eystan. Men soleiðis kann heimshandilin eisini virka.

Annað dømi: Eitt stórt skip bleiv lastað við náttúrugassi uppi í Norðurnoregi, kom síðani á Fuglafjørð at bunkra áðrenn leiðin bleiv løgd vestur um Atlantshavið til Amerika at lossa náttúrugassið.
Løgið at amerikanarar ikki heldur brúka sítt egna náttúrugas. Men soleiðis kann heimshandilin eisini virka.

Nú havi eg nevnt hesi dømini av mongum fyri at vísa á, at um ein liggur á røttum stað við teim røttu tænastunum, er møguleikin at fáa kundavitjan rættuliga góður.

Tá ið tað nú ber til at lofta eystur- og vesturgangandi skipaferðsluni ímillum Europa og Norður Amerika, skuldi sannlíkindi verið fyri at gjørt tað sama við tí møguligu komandi norður- og suðurgangandi skipaferðsluni úr Atlantshavinum, umvegis Arktis til Beringssundið og inn í Kyrrahavið.

Tað sum eg vil siga er, at sera nógv verður tosað og tað er neyðugt, men enn er sera lítið ítøkiligt gjørt á landsplani hesum máli viðvíkjandi.

Hinvegin vil eg vísa á, at vit á havnalagnum í Fuglafirði hava annan av tveimum tungoljuterminalunum í Norðurhøvum.

Oljuterminalurin er staðsettur við eina 14 metur djúpa bryggju. Terminalurin kann blanda og lata øll sløg av tungolju við ymsikum svávulinnihaldi, alt eftir hvat kundin ynskir.

Greinin er skrivað í samband við at tað verður Mentanarvika í Fuglafirði frá 30. august til 4. september, har sjóneykan millum mangt annað verður sett á hugskotsríkar fyritøkur.

Sigurð S. Simonsen

býráðslimurFrá tíð til aðra frætta vit í fjølmiðlunum at Norðurlandaráðið, Útnorðurráðið og Arktiska ráðið umtala hendan spurningin.