Samsvarandi avtalu við Fuglafjarðar kommunu, hevur Petur Simonsen síðani mars mánaða í ár arbeitt við at skipa gomlu skjølini hjá kommununi árini frá 1873 og fram til 1982. Arbeiðið er nú liðugt, og var Petur Simonsen í dag á fundi við borgarstjóran og umboð fyri kommunalu fyrisitingina, har Petur greiddi frá arbeiðinum.
Talan er um stórt arbeiði, ið Petur Simonsen hevur latið úr hondum, tí skjølini vóru umleið 250 tús. í tali, harav eru umleið 55 tús. skjøl varðveitt í 62 arkiveskjur. Skjølini eru bólkaði í 13 evnir, eitt nú innan fyrisiting, fíggjar- og roknskaparmál, almannamál, heilsumál, skúlamál, mentamál, ítrótt, teknisk mál, vinnumál og starvsfólkamál.
Petur Simonsen hevur arbeitt við skjølunum í høli hjá Handils- og Frystivirkinum, sum kommunan hevur lænt til endamáli. Næsta stig er at flyta skjølini til nýggja skjalagoymslu, ið ætlanin er at innrætta í høli í gamla FK-bygninginum.
Petur Simonsen fer at hava framløgu fyri Fuglafjarðar býráð um sítt arbeiði við gomlu skjølunum í sambandi komandi býráðsfund, sum verður hildin hósdagin 17. desember 2020.