24.05.2022

Annfinn Hjelm settur fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu

Fuglafjarðar býráð hevur í kvøld tikið avgerð um, at seta Annfinn Hjelm í starvið sum fíggjarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.

Annfinn Hjelm er 45 ára gamal, og hann hevur útbúgvig sum  búskaparfrøðingur og master í leiðslu. Annfinn hevur drúgvar royndir sum fíggjarleiðari frá ymiskum størvum í Føroyum.

Annfinn Hjelm byrjar í starvinum sum fíggjarleiðari tann 7. juni 2022.