Andlát og jarðarferð

Ta vit missa ein av okkara kæru, er so mangt ið avvarðandi hava at hugsa um.
Hesar leinkjur eru ætlaðar avvarðandi sum ein vegleiðing til tað neyðugu fyrireikingarnar.
Hvat skal gerðast:

Fráboðan

Tey avvarðandi hava skyldu til at boða sóknarprestinum frá andlátinum sum skjótast, eisini tey, í ikki eru limir í fólkakirkjuni.
Tað er neyðugt, at prestur, við andlát, fær avrit av dópsbrævinum ella vígslubrævinum.
Prestur hjálpir til við teimum praktisku viðurskiftunum, um tørvur er á tí.
Prestur:         Gerhard Jónsson Mikkelsen                    tlf. 237348

Grevstur

Tey avvarðandi skulu skjótast gjørligt boða Kommununi/kirkjugarðsábyrgdaranum frá andlátinum, og somuleiðis siga frá, nær og hvar frá, at jarðarferðin verður, soleiðis at grøv verður staðsett og grivin í góðari tíð.
Ringjast kann á tlf 668000

Koyring

Líkbilur er til taks í Eysturoynni.
Fuglafjarðar kommuna rindar fyri alla koyringina í samband við jarðarferðina.
Ringjast kann til Maggi Olsen, Rituvik tlf 447962 ella 225227.

Kunngerð um andlát í KVF

Vanligt er at lýsa andlátið í útvarpinum .
Avvarðandi avgera sjálvi um tey ynskja blómur og kransar til jarðarferðina, ella tey heldur ynskja at peningur verður latin til okkurt annað endamál.
Skal peningur latast á onkra konto, má peningastovnur fáa kontonummar og navn har peningur skal flytast.
Hetta verður eisini lýst í útvarpinum saman við jarðarferðarlýsingini.

Kringvarp Føroya
Tel. 34 75 00
andlat@kvf.fo

Send inn andlát | Leinkja til Kringvarp Føroya (kvf.fo)

Kista

Kista kann bíleggjast frá:

  • Seinasta Heilsanv/ Haraldur S. Hansen á tlf. 51 30 70
  • Eiler Jacobsen, Klaksvík tlf. 456482 ella 216482
  • Gravarhjálp v./ Herman Eysturoy, tlf. 511723 og 311723
  • Sólsetur, tlf. 353637 og 29900
  • Snikkarakjallarin í Dali við Bødvar Poulsen, tlf. 361901 og 218901.

Berarar

Tørvur er á 6 berarum til kistuna. Best er, um biðið verður um tveir eyka. Tað eru ofta tung spor at ganga.

Prýði til kistuna, blómur og kransar

Er ynski at prýðað kistuna við børðuprýði, og/ella bíleggja blómur og kransar, kann bíleggjast hjá blómuhandlunum. Tey koyra út og seta blómurnar á og við kistuna.
Bíleggjast kann á fleiri støðum, til dømis Runavík og í Klaksvík.

Í Runavík:

  • Várperla, tlf. 443838
  • Orkis, tlf. 448289

Í Klaksvík:

  • Summardáin, tlf. 456193
  • Flora, tlf. 455115


Eftir jarðarferðina:

Best er at fáa blómur og kransar niðan í kirkjugarðin beinaveg, so starvsfólkið kann leggja hesi á tá liðugt er at tyrva.

Sangblað

Sangblað kann bíleggjast frá prentsmiðu, til dømis Estra í Syðrugøtu, tlf. 47 85 00. Her skal takast atlit til um tað er vikuskifti.

Ervið og annað

Um farið verður úr Kirkjuni:   (Leinkja)

Um farið verður úr Siloa:  (Leinkja)

Um farið verður úr Bønhúsinum á Hellunum: (Leinkja)

Gravarhjálp frá Heilsutrygd:

Møguleiki er at fáa gravarhjálp frá Heilsutrygd eftir §1 í Heilsutrygdarlógini. Tað eru persónar, sum eru búsitandi í Føroyum sambært skrásetingunum í Landsfólkayvirlitinum.
Gravarhjálpin fevnir um tær útreiðslur til kistu og líkverju, sum tú hevur kvittan fyri. Tó kann gravarhjálpin ikki vera hægri enn niðanfyri ávíst:

  • Persónar yvir 15 ár fáa í mesta lagi kr. 5.000 í gravarhjálp
  • Børn 9 - 15 ára gomul fáa í mesta lagi kr. 4.250 í gravarhjálp
  • Børn 1 - 8 ára gomul fáa í mesta lagi kr. 3.000 í gravarhjálp
  • Børn undir 1 ár fáa í mesta lagi kr. 2.000 í gravarhjálp

Lesið meira um heilsutrygd her: Leinkja til Gravarhjálp - Heilsutrygd
Umsøknarblað til Gravarhjálp: Leinkja til Heilsutrygd – umsóknarbløð (heilsutrygd.fo) 

Yvirlit yvir kirkjugarðarnar

 Yvirlit yvir gravir, nøvn, dagfestingar o.a.

(Leinkja til kirkjubókina)

Reglugerð fyri kirkjugarðarnar í Fuglafjarðar kommunu

 (Leinkja til reglugerðina)