04.03.2022

Altjóða Kvinnudagur í Mentanarhúsinum

Síðani 2016 hevur Fuglafjørður verið karmur um stórt alment kvinnudagshald 8. mars. Fyrst við fokus á ávísar samfelagsbólkar, so sum korini hjá tilflytarakvinnum, og seinnu árini við meira almenn-samfelagsligum fokus, við heitum sum Skal samfelagið skifta fortekn?, Reglubrot og Nýggj verð.

Aftaná ruðuleikan í vetur gjørdist tað týðiligt, at vit framvegis hava eitt rættiliga patriarkalskt samfelag í Føroyum. Hetta sæst á øllum økjum í føroyska samfelagnum, har menn eiga flestu virðir, hægstu inntøkur og flestu leiðslusessir. Og nú hava teir eisini allar ráðharrasessirnar í Landstýrinum. Ikki tí at kvinnur ikki hava førleikarnar, royndirnar ella áhugan.

8.mars fara vit at hyggja eftir okkara samfelag við kritiskum eygum, og eftirkanna, um tað ikki kann gerast betri! Kvinnur mugu hava ábyrgd og ávirkan, har avgerðir verða tiknar. Samfelagið má virðismeta og løna tey økir, har kvinnur í størri mun bera byrðarnar, javnt við onnur samanberlig størv hvat ábyrgd, útbúgving og innihald viðvíkur.

Eru føroyskar kvinnur bara ‘Comfortably Numb’? Tað eru fá støð í heiminum, har tað er so stutt frá vanliga fólkinum til ovastu sessirnar og til stóra ávirkan. Hví taka vit ikki av hesari avbjóðing so? Hvussu ber tað til, at kvinnur ikki í nógv størri mun gera sína ávirkan galdandi og skapa eitt burðardygt samfelag við javnstøðu, inklusjón, tolsemi, nýskapan og fjølbroytni í hásæti?

Eitt samfelag, har vit taka bústaðartrot, sálarligar avbjóðingar, umhvørvið og veðurlagshóttan í størsta álvara. Har vitan og mentan verða høgt raðfest. Har vit ásanna, at vit eru knýtt at restini av heiminum og mugu agera eftir tí. Har vit sum einstaklingar, familjur, økir og tjóð mennast í felag.

Hvussu hevði eitt tílíkt post-patriarkalskt samfelag kunnað sæð út? Hvussu hevði tað verið bygt upp? Hvussu trýsta vit á reglubrot og skipa eina nýggja verð, har vit øll kunnu taka pallin, í einum samfelag við einum øðrum fortekni?

Sjónvarpið sendir beinleiðis frá tiltakinum í Mentanarhúsinum frá kl. 19.30 til kl. 21.

Plakat við skrá_Kvinnudagur í mentanarhúsinum 8. mars 2022 sum PDF