16.02.2019

Almennur felags foreldrafundur um integratión – Public bilingual parent-teacher meeting

  • 8
    Shares

THIS MESSAGE WILL FOLLOW IN ENGLISH

Almennur felags foreldrafundur um integratión verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 20.februar kl.19

Á fundinum luttekur Kalpana Vijayavarathan, ið flutti til Føroya úr India fyri knapt 30 árum síðani. Umframt at vera mamma at børnum, sum hava gingið í føroyska fólkaskúlanum, so hevur Kalpana prógv í enskum bókmentum úr India og hevur drúgvar royndir sum undirvísari, bæði á Handilsskúlanum og Fróðskaparsetrinum. Í 2017 leyk hon Ph.d.-prógv frá Fróðskaparsetrinum í undirvísing í talaðum enskum. Hon fer at greiða frá sínum egnu upplivingum í Føroyum, við atliti til bæði foreldur, lærarar, tey sum eru nýggj í Føroyum, og tey sum eru fødd og uppvaksin her, og nomið verður við avbjóðingarnar næmingar hava, tá føroyskt ikki er móðurmálið og hvat gerast kann fyri at stuðla teimum.

Framløgan hjá Kalpanu, sum verður á enskum, verður tulkað til føroyskt.

Á fundinum verða eisini tónleikaframførslur, formansfrágreiðing og drekkamunnur.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skúlastýrið

---

Public bilingual parent-teacher meeting

Mentanarhúsið, Fuglafjørð, 19 o’clock on Wednesday February 20th

At the meeting, Kalpana Vijayavarathan, who immigrated to the Faroe Islands almost 30 years ago, will give a presentation. In addition to being a parent to children in the Faroese schools, Kalpana holds a degree in English literature and has many years of experience as an educator, both at high school and university level. In 2017 she completed her Ph.d. in the field of English education. In her presentation, Kalpana will share her personal experiences of living in the Faroe Islands and her interactions with parents, teachers, “new arrivals” and those who are born and raised in the Faroe Islands. Kalpana will address the challenges students face if Faroese is not their first language and offer some advice on how to support these students.

Kalpana’s presentation will be given in English and translated to Faroese.

In addition to Kalpana’s presentation, there will be musical performances, the annual report from the school board and coffee and cakes.

All are welcome.

Sincerely,

The school board in Fuglafjarðar skúli