31.05.2023

Áheitan til allar borgarar!

Fuglafjarðar kommuna hevur staðfest, at tøð eru latin í kommunalu spillivatnsskipanina í bygdunum. Hetta hevur ført við sær dálking av áum,strandarlinju og er til ampa fyri fólk, ið búgva nærhendis. Somuleiðis er vandi fyri at høvuðs spillivatnsskapanirnar blíva tiptar.

Kunngerð nr. 53 frá 7. sep. 2009 (1994) um umhvørvisreglur eru soljóðandi:

Kap. 8 § 25. Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t.

Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t. skulu verða vatntættir bæði í botninum og til veggirnar, hava tætt lok ella annað, sum forðar fyri avguvan og luktampum, og mugu ikki verða settir nærri enn 8 metrar frá sethúsi, skúla, kirkju ella almennum vegi uttan so, at bý- ella bygda(r)ráðið metir tað vera ógjørligt hjá viðkomandi at seta tílíkan bygning so langt burtur frá.

Stk. 2. Køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar o.t. skulu tømast so ofta, at eingin vandi er fyri, at teir flóta yvir.

Stk. 3. Tøð frá køstum og mykjubrunnum skal nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.

Stk. 4. Bý- ella bygda(r)ráðið kann seta forboð fyri nýtslu av køstum, mykjubrunnum, súrhoyggjabrunnum o.t., tá ið nýtslan elvir til vanda fyri dálking ella heilsuvanda.

Kommunan heitir á allar borgara, ið hava fjós og seyðahús, um ikki at lata tøð í spillivatnsskipanina og áir.

Fuglafjarðar kommuna heitir eisini á borgarar, um at kanna eftir, at spillivatns- og omanávatns(regnvatn) leiðingar eru rætt íbundnar. Er borgarin varugur við ólag á spillvatnsskipanini, skal hetta boðast frá á kommunuskrivstovuni beinanvegin.

Fuglafjarðar kommuna fer í næstum at kannað fjós og seyðahús, fyri at tryggja, at køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar lúka ásetingarnar í kunngerðini um umhvørvisreglur.