16.09.2024

Áheitan til allar borgarar!

Áheitan til allar borgarar!

Fuglafjarðar kommuna hevur staðfest, at tøð eru slept út á sjógv. Hetta er brot á umhvørvisreglugerðina, og hevur ført við sær dálking av strandarlinjuni og er til ampa fyri fólk, ið búgva nærhendis og fólk, ið nýta sandin og sjógvin.

Kunngerð nr. 53 frá 7. sep. 2009 (1994) um umhvørvisreglur eru soljóðandi:

Kap. 8 § 25. Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t.

Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t. skulu verða vatntættir bæði í botninum og til veggirnar, hava tætt lok ella annað, sum forðar fyri avguvan og luktampum, og mugu ikki verða settir nærri enn 8 metrar frá sethúsi, skúla, kirkju ella almennum vegi uttan so, at bý- ella bygda(r)ráðið metir tað vera ógjørligt hjá viðkomandi at seta tílíkan bygning so langt burtur frá.

Stk. 2. Køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar o.t. skulu tømast so ofta, at eingin vandi er fyri, at teir flóta yvir.

Stk. 3. Tøð frá køstum og mykjubrunnum skal nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.

Stk. 4. Bý- ella bygda(r)ráðið kann seta forboð fyri nýtslu av køstum, mykjubrunnum, súrhoyggjabrunnum o.t., tá ið nýtslan elvir til vanda fyri dálking ella heilsuvanda.

Kommunan heitir á allar borgarar, ið hava fjós og seyðahús, um ikki at lata tøð í spillivatnsskipanina og áir ella løkir.

Fuglafjarðar kommuna heitir eisini á borgarar, um at kanna eftir, at spillivatns- og omanávatns(regnvatn) leiðingar eru rætt íbundnar. Er borgarin varugur við ólag á spillvatnsskipanini, skal hetta boðast frá á kommunuskrivstovuni beinanvegin.

Fuglafjarðar kommuna fer í næstum at kannað fjós og seyðahús, fyri at tryggja, at køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar lúka ásetingarnar í kunngerðini um umhvørvisreglur.

Brot á umhvørvisreglurnar, verður fráboða til løgregluna.