07.10.2021

Áheitan í samband við oljudálking

Seinastu tíðina hava borgarar gjørt vart við oljudálkingar á fjørðinum. Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt ymiskar kanningar, tó vísur tað seg at verða torført at oyramerkja dálkingarkeldurnar.  Hóast onkur leki er funnin, má tíverri staðfestast, at fleiri oljudálkingarkeldur eru virknar.

Fuglafjarðar kommuna heldur áfram við kanningararbeiðinum, og vil hervið heita á allar borgarar í kommununi, um at kanna ogn sína, í sambandi við møguliga oljudálking á matriklum, og boða tilbúgvingarleiðarinum frá, um eitthvørt verður funnið.

 Eisini verður heitt á báta-eigarar um at kanna fyri møguligar oljulekar, soleiðis at olja ikki fer á sjógv, antin við olju-lekum, ella við lensing.

 Á  hvørjum ári fær kommunan fleiri fráboðanir um oljudálking á sjógvi. Hesar oljudálkingar vil kommunan steðga, og tí letur Fuglafjarðar havn øllum smábátum við bátaplássi eitt sokallað kjølsvín, og setur tað sum eitt krav, at kjølsvín liggur í kjølinum, um báturin liggur á sjónum.

Eitt kjølsvín – ella pylsa, sum onnur kalla tað, verður lagt í kjølin, har tað flýtur og sýgur møguliga olju í seg. Tá ið kjølsvínið er fult, verður tað latið inn á kommunala ruskplássinum til burturbeiningar.

Allir bátaeigarar í Fuglafjarðar kommunu kunnu sostatt venda sær til Havnameistaran á tlf nr. 238054 og fáa útflýggja eitt tílíkt kjølsvín.