Mentanarhúsið

Mentanarhúsið bleiv tikið í nýtslu 29. juni 2002, og hevur síðan tá boðið út eitt fjølbroytt úrvæl av mentanarligum tiltøkum. Flottu hølini og góðu ljós- og ljóðviðurskiftini gera húsið væl egnað til bæði sjónleik, privatar veitslur, framsýningar, skeiðvirksemi, móttøkur, dans og ikki minst hámentanarligar konsertir.

Arkitekturin handan mentanarhúsið er Niels Midjord, og uttanfyri húsið hevur Frits Johannesen prýtt stóran part. Onnur listafólk, so sum Heðin Kambsdal, Edward Fuglø og Helgi Midjord hava prýtt innan við sínum listaverkum.

Síðan Mentanarhúsið varð tikið í brúk, hava eysturoyingar og norðoyingar fingið eina lættari atgongd til ymisk mentanarlig tiltøk, og á henda hátt møguliga eisini fingið størri áhuga fyri mentan sum heild.

Síðani fyrsta mars 2025 hevur Jón Tyril verið leiðari í Mentanarhúsinum. Hann er at hitta á tlf. 238070.

Bústaður:
Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
FO-530 Fuglafjørður

Heimasíða: www.mh.fo

Facebooksíða: www.facebook.com/Menthus