15.10.2024

Heilsurøktarar og heilsuhjálparar til Eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík

Vit søkja eftir heilsurøktarum og heilsuhjálparum til eldrasambýlið Giljagarð. Á Giljagarði eru 10 búpláss, og har starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.

 

Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólkini, at hava samábyrgd fyri  umsiting og dosering av heilivági og møguligum samskifti við lækna, at tryggja sjúkrarøktarfakliga skjalfesting og at miðla vitan til starvsfelagar.

Sum heilsuhjálpari kemur tú at veita búfólkunum grundleggjandi røkt og umsorgan, at eygleiða og boða frá broytingum og at tryggja heilivágsgevan.

Talan er um

  • Eitt starv frá 1. des .2024.
  • Tvey størv frá 1. jan. 2025.

Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku í blandaðum vaktum.

Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við útbúgving innan røkt søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur verða settur í tíðaravmarkað starv ístaðin.

 

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd
  • at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík

 

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Ásu Ásmundsdóttir deildarleiðara tlf. 730282 ella asaa@eystur.fo

Umsókn við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: asaa@eystur.fo  ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast mánadagin 11. november 2024

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her