Vit søkja eftir heilsurøktara til farloyvisstarv í eitt ár til eldrasambýlið Gøtubrá at byrja 1. september ella so skjótt sum til ber. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Starvið er á niðaru hæddini, har tað eru 8 pláss til fólk við demens. Har arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk.
Starvið er fulltíðarstarv í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti. Møguleiki er fyri niðursettari tíð.
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Vit vænta at tú:
- hevur útbúgving sum heilsurøktari
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- hevur royndir og vitan um demensumsorgan
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana
Um eingin við útbúgving sum heilsurøktari søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum heilsuhjálpari, ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv.
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
- at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík
Starvssetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um størvini við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo ella varadeildarleiðara Elsebeth S. Danielsen á 730222 og teldupost elsebethd@eystur.fo.
Umsókn saman við prógvum, tilvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 08.08.2024 kl. 12. Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her