UPPTØKUREGLUR
UPPTØKUREGLUR
til dagstovnar í Fuglafjarðar kommunu
- 1
Dagstovnarnir í Fuglafjarðar kommunu hava dagstovnapláss til børn í aldrinum 10 mánaðir til og við 2. flokk. - 2
Barnið, og í minsta lagi annað av foreldrunum, skulu verða skrásett í kommununi fyri at fáa dagstovnapláss. - 3
Foreldur, ið hava í hyggju at flyta til Fuglafjarðar kommunu, kunnu skriva barnið á upptøkulista 6 mánaðir áðrenn flutt verður til kommununa. Ættleidd børn kunnu verða skriva á upptøkulista tá foreldur, ið ættleiða, kunnu vísa váttan, at teimum er ávíst barn.
- 4
Kommunan kann í serligum førum gera undantak frá § 1 og 2, har Barnaverndartænastan hevur givið tilmæli. - 5
Søkt verður um dagstovnapláss á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Kommunu Umsókn um dagstovnapláss- Fuglafjarðar kommuna (fuglafjordur.fo). Øll, sum søkja dagstovnapláss, skulu hava skrivligt svar frá kommununi, um móttøku av umsóknini. Í seinasta lagi 2 mánaðir áðrenn ynskta upptøku, fáa foreldrini nærri kunning frá Sosialu deild. - 6
Tá ið pláss er tøkt, skal fyrsta barni á upptøkulistanum hava tilboð um pláss. Upptøkulistin er stýrdur út frá:
- Nær foreldrini hava sent umsóknina um dagstovnapláss og
- Nær foreldrini ynskja upptøku
- Um barnið hevur systkin sum hevur pláss á einum av dagstovnunum.Tó kann aldurs- og kynsbýtið verða tillagað skipanini/stovninum. Kommunan hevur ikki loyvi til at sýta einum barni frá upptøkulistanum pláss.
- 7
Um foreldur fáa tilboð um pláss, svarandi til tað tey hava søkt, og tey takka nei, verður barnið tikið av upptøkulistanum.Um foreldur fáa tilboð um pláss á einum stovni, sum ikki var teirra fyrsta raðfesting, hava tey møguleika at takka nei og útseta upptøku eina ferð uttan at barnið verður tikið av upptøkulistanum.
- 9
Børn við serligum avbjóðingum kunnu koma framum á upptøkulistanum í teimum førum, har viðkomandi myndugleiki hevur givið eina nágreiniliga lýsing at støðuni hjá barninum. - 10
Foreldur kunnu søkja um, at barnið fær farloyvi frá dagstovnaplássinum í upp til 1 ár í senn, við trygd fyri, at barnið fær dagstovnapláss aftur í kommununi, tá farloyvistíðin er úti. Treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá dagstovnaplássinum í minsta lagi 6 mánaðir. Í serligum førum kann víkjast frá hesi reglu. - 11
Tá barnið gevst á dagstovninum, skal skrivlig uppsøgn gevast til dagstovnin. Uppsagnarfreistin er ein mánaði frá tí fyrsta í tí mánaðinum aftaná at uppsøgnin er latin inn. - 12
Umsóknarblað um frípláss fæst á heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Kommunu, www.fuglafjordur.fo - 13
Foreldur kunnu kæra avgerðir um upptøku til Sosialu nevnd í Fuglafjarðar kommunu
Fuglafjørður tann 27/04 2023