13.07.2023

Áheitan um at rudda

Fuglafjarðar kommuna heitir á allar eigarar, sum hava bilvrak, akfør, bingjur og lutir annars, sum uttan góðkenning frákommununi standa á almennum ella privatum økjum, um at beina hesi burtur tilgóðkendan móttakara ella móttøkupláss.

Víst verður til kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 umumhvørvisreglur, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 7. september 2009, at ikki er loyvt at lata órudd liggja og rekastá almennum uttandura øki, og kann kommunan sambært § 1, stk. 2 geva boð um, at óruddið verður burturbeint til hóskandistað. Verða boðini ikki fylgd, kann kommunan sambært § 28 í somu kunngerð beina óruddið burtur fyri eigarans rokning.

Biðið verður um at hesi akfør, bilar og lutir verða burturbeindí seinasta lagi 18. august 2023. Eftir hetta verða tiltøk sett í verk, soleiðis at akfør/lutir verða tikin burtur av almennumstøðum fyri eigarans rokning.

Víst verður til Løgtingslógarkunngerð um ferðslu, sum seinastbroytt við løgtingslóg nr. 31. frá 17. mars 2022, tá ið akfar ellalutur verður burturbeint fyri eigarans rokning.

Fuglafjørður 13.07.2023

Fuglafjarðar kommuna