NÝGGJÁRSBÁL

    Umsókn um at brenna nýggjársbál

    Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at
    góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál. Søkjast kann um
    loyvi hjá Fuglafjarðar Sløkkiliði á Telefon 239112 ella brandstod@fuglafjordur.fo innan 31. desember, klokkan12.00

    Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
    • at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
    • at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
    • at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu
    frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða
    bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til
    umstøðurnar
    • at veðrið er til vildar
    • at frástøða til hús og lutir verður nóg stór, og á góðkendum stað
    • at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum og at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini á telefon 239112, ella teldupost brandstod@fuglafjordur.fo
    • at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda,
    er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
    • at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
    • mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella
    køling í samband við møguligar brunaskaðar

    Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi,
    umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.


    Online umsókn um at brenna nýggjársbál

    Navn á ábyrgdarfólki *

    Bústaður*

    Bygd *

    Fødd/ur: *


    Tlf *

    Fartlf *

    Email


    Staður har bálið verður *

    Hvat kl. *

    Aðrar viðmerkingjar

    Teigar, merktir við *, skullu verða útfyltir.