25.01.2021

Kunngerð frá Fuglafjarðar kommunu um býráðsfund nr. 1/2021

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í býráðssalinum, Í Støð 5 í Fuglafirði, hósdagin tann 28. januar 2021 kl. 19:00 við hesari dagsskrá:

  1. Roknskapurin hjá bókasavninum fyri 2020 til góðkenningar.
  2. Skipan av øðrum nevndum og umboðum valskeiðið 2021-2024 – uppfylging í mun til skipandi býráðsfundin 3. desember 2020.
  3. Dagføring av kommunustýrisskipanini fyri Fuglafjarðar kommunu, januar 2021.
  4. Visjón og politikkir hjá Fuglafjarðar býráð valskeiðið 2021-2024.