Nánd hevur keypt ein buss til nýggju serflutningsskipanina, sum Nánd bjóðar borgarum í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Talan er um eitt tilboð til borgarar, har Nánd kann skipa fyri serflutningi til rørslutarnað fólk, ið eru so tarnað, at tey ikki kunnu nýta almenn flutningstól. Skipanin fevnir tó ikki um sjúkraflutning.
Dømi um tey, sum hava tørv á serflutningi, eru fólk sum:
- sita í koyristóli ella nýta líknandi hjálpitól
- vegna likamligt brek støðugt hava brúk fyri hjálp
- sum eru blind
- í avmarkaða tíð, vegna sjúku ella skaða, hava henda tørv
Tú kanst søkja um gera brúk av serflutningstænastuni við at venda tær til skrivstovuna hjá Nánd á tlf. 73 02 00 ella við at heinta oyðublað her.
Leiga bussin
Eisini ber til hjá avvarðandi hjá rørslutarnaðum fólkum at læna bussin uttanfyri arbeiðstíð mótvegis einum gjaldi á kr. 200,-, umframt kr. 1,- pr. km, ið koyrt verður. Les meira um hendan møguleika her.