Dagtilhaldið í Gøtubrá
Dagtilhaldið Gøtubrá heldur til í kjallarinum á eldrasambýlinum, og er opið týsdag og hósdag frá kl. 15.00 - 18.00.
Á skránni er drekkamuður, fimleikur, kortspæl, perluseyming, sangur, upplestur o.m.a.
Renniband, kondisúkkla og rógvimaskina eru eisini til taks.
Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymiskum slagi, so sum Kyndilsmessuhaldi, tunnusláing, útferðum og jólahaldi.
Bussamband er til og frá dagtilhaldinum.
Allir pensjónistar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu eru hjartaliga vælkomnir.