Fimleikafelagið FLOG
Fimleikafelagið FLOG varð stovnað í februar 1989 av Benadictu Ellingsgaard, Lailu Solmunde, Magna Jacobsen, Petur Páll Mikkelsen og Jóhannus Hansen. Felagið vaks skjótt og hevði miðskeiðis í 1990-unum umleið 300 limir. Navnið FLOG kom frá Jóhan Hendrik Winther Poulsen, og Petur Páll Mikkelsen teknaði búmerkið.
FLOG hevur í dag væl yvir 200 íðkarar og bjóðar eina fjølbroytta venjingarskrá, innan breiddarfimleik, rytmiskan fimleik, amboðsfimleik og kappingarfimleik.
Fimleikaárið er vanliga frá september til mars/apríl, tá árliga fimleikaframsýningin verður hildin. Kappingarliðið venur tó stóran part av árinum. FLOG luttekur í kappingum í amboðs- og rytmiskum fimleiki og til fimleikafagnaðin annað hvørt ár.
Tilmelding: Til ber at melda seg til fimleik umvegis heimasíðuna hjá Flog
Fylg við: FLOG er eisini á Facebook og Instagram
Samband: Hevur tú spurningar, kanst tú skriva til flog@fimflog.fo.
Nevndin, 2026:
Thordur Egholm, forfólk
Maria Reinert Petersen, varaforfólk
Nikolina Kristiansen, peningarøkil
Rósa Gaardlykke Egholm, skrivari
Katrin Madsen, nevndarlimur
Gunnrið á Lakjuni Samuelsen, tiltakslimur
Ester á Dalbø Gregersen, tiltakslimur
FIMLEIKAFELAGIÐ FLOG
Felagið varð stovnað í februar 1989. Tað er ikki vist hvat dato felagið sá dagsins ljós, men mest sannlíkt var tað í januar ella februar, tí framsýning var um várið. Tey sum stovnaðuFlog, vóru: Benadicta Ellingsgaard, formaður, Laila Solmunde, sáli, Magna Jacobsen, Petur Páll Mikkelsen og Jóhannus Hansen, sáli.
Benadicta, Petur Páll og Jóhannus vóru venjarar hjá teim flestu liðunum tey fyrstu árini,umframt at tey seymaðu teir flestu fimleikabúnarnar til ta fyrstu framsýningina. Navnið Flog, fann Jóhan Hendrik Winther Poulsen uppá, meðan Petur Páll Mikkelsen teknaði búmerkið.
Felagið vaks skjótt og tey fyrstu árini hevði fimleikafelagið Flog flest limir av øllum ítróttarfeløgunum í Fuglafirði. Felagið hevði miskeiðis í 90´unum m.a. fleiri ung- og vaksin lið. Tað vóru áleið 300 limir í felagnum, tá tað var stórst. Í 2024 hevði felagið 172 íðkandi limir, deild yvir 3 rytmisk lið, 4 breiddar lið og 5 amboðslið. Høvuðssæti hjá Flog er og hevur altíð verið fimleikahøllin í Fuglafjarðar skúla, men eisini hevur Arbeiðsmannafelagshúsið verið brúkt, og høllin á Kambsdali verður nýtt
í størri og størri mun, umframt at Bylgjan í Rúnavík verður lánd til tíðir.
Hvørt ár í mars/apríl er framsýning, har tey íðkandi fáa høvi at vísa tað tey hava lært ígjøgnum veturin. Annaðhvørt ár er fimleikafagnaður á skránni, har Flog hevur luttikið tey flestu árini. Síðan Jóhannus, sáli og Petur Páll byrjaðu amboðsfimleikin í Fuglafirði, hava børn og ung úr Fuglafirði gjøgnumgangandi luttikið í kappingum í amboðsfimleiki.
Felagið hevur í fleiri umførum eisini luttikið í bæði estetiskum- og rytmiskum fimleikakappingum
