Leygardagin fara borgarar í Fuglafjarðar kommunu at gróðurseta hundraðtals trø og runnar vestri undir fossum, vestan fyri Gjógvará.
At tað grør um gangandi fót í Fuglafirði, sæst eisini aftur í samtyktini á býráðsfundinum í gjárskvøldi, tá greitt varð, at trý nýggj størv nú eru sett á mentanarøkinum.
Nýggjur leiðari í Mentanarhúsinum verður Beinta Gregersen, ið er 39 ára gomul og útbúgvin BA í sosialvísund og hevur lisið mentan og samskifti á RUC. Vit kenna Beintu best sum leiðara í ungdómshúsinum Húsið í Klaksvík, frá kreativa leiðsluhópinum á G og sum kveikjara á Als. Frammanundan hevur Mentanarhúsið havt ein fyribilsleiðara í 2 ár.
Íbirti á mentanarøkinum verður Brynhild Næs Petersen, sum frammanundan er í starvi sum leiðari á kvøldskúlanum í Fuglafjarðar kommunu. Brynhild Næs er 38 ára gomul og útbúgvin BA í Listasøgu og er hartil útbúgvin lærari. Brynhild Næs Petersen hevur drúgvar royndir innan mentanarøkið, har hon hevur samskipað og staðið fyri verkætlanum og ráðstevnum, fyri eitt nú Norðurlandahúsið, Listafelagið og Granskingarráðið.
At standa fyri Kunningarstovuni í Fuglafjarðar kommunu er Kristinu Gry Berg sett í starv. Kristina Gry Berg er 46 ár og útbúgvin BA í enskum. Kristina Gry Berg hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan mentanarøkið, teksthøvundavirkið og ferðavinnu. Petur Martin Petersen, ið hevur verið leiðari á Kunningarstovuni síðan miðskeiðis í 1990’unum, fer nú frá vegna aldur.
Mentanartoymið hevur eina sterka tilvitan um mentan og hevur eitt gott altjóða útsýni á mentanarøkinum. Mentanartoymið skal skapa eitt livandi og mennandi umhvørvi, har rúmd verður fyri forvitni og skapanarhugi. Hervið er spírin gróðursettur til eina kveikjandi og forvitnisliga framtíð.