30.10.2026

5 serstakar byggisamtyktir og 1 broyting í økisáseting fyri Fuglafjarðar kommunu til hoyringar

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum, verður við hesum gjørt kunnugt, at Fuglafjarðar býráð á fundi 29. oktober 2026 samtykti at gera 5 serstakar byggisamtyktir í Fuglafirði og 1 broyting í økisáseting.

  • C1: Serstøk byggisamtykt um “lættari vinnu” fyri økið á Børkugøtu á Kambsdali matriklarnar nr. 871dg, 871df, 871dd, 871db, 871de, 871dc, 871da, 871cv, 871cz, 871cu, 871 cx, 871cy og partar av 871e í Fuglafirði.
  • B2: Serstøk byggisamtykt um “íbúðarbygging” fyri matr.nr. 143ch í Fuglafirði .
  • B3: Serstøk byggisamtykt fyri útstykkingina vesturi á Fløtum niðanfyri Innandalsvegin matr.nr. 503a, 503as, 503ar, 438, 503aq, 450b, 503ap, 503ao, 503an og 503am í Fuglafirði.
  • B4: Serstøk byggisamtykt fyri útstykkingina vesturi á Fløtum norðanfyri “Geilina” matr. nr. 503at í Fuglafirði.
  • B5: Serstøk byggisamtykt um “íbúðarbygging” fyri matr. nr. 211r í Fuglafirði.
  • Broytt økisáseting fyri matr. nr. 477a(vestanfyri skúlan) frá B: sethús og bústaðarøki til E: Almennir sotvnar.

Sigast skal frá, at serstakar byggisamtyktir fyri tey øki,  sum er undir C1, B2 og B5 áður hava ligið frammi uttan, at verða endaliga avgreiddar. Tær verða tí lagdar fram av nýggjum við nýggjum tekningum og tillagaðum teksti.

Tilfar, sum lýsir uppskotini um serstakar byggisamtyktir og broytingina í økisásetingini, liggja frammi til alment eftirlit á  býráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá fríggjadegnum 30. oktober 2026 til fríggjadagin 20. november 2026, báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu skrivliga verða býráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. desember 2026.

Niðanfyri eru kort, sum vísa broytingarnar har kortið í ovasta vinstra horni vísir økið, sum uppskotið er um at broyta. Kortið í ovasta høgra horni vísir einans lutirnar, sum uppskotið er um at broyta. Á kortinum í niðasta vinstra horni sæst hvussu byggisamtyktin sær út eftir broytingina.

 

C1 B2 B3 og B4
B5 Matr. nr. 477a