Aftur í ár hevur Ungdómstilboðið í Fuglafjarðar kommunu skipað fyri tiltakinum Ung í arbeiði, har ung í 8. og 9. flokki hava fingið møguleikan at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í tvær vikur.
Tey ungu hava millum annað arbeitt Vesturi Innandals, í Vørhamri, Niðan Skarðsá, á Kambsdali og aðrastaðni í kommununi. Arbeiðið hevur verið fjølbroytt, og samstundis hava tey fingið virðismiklar royndir við ábyrgd, samstarvi og tí, sum fylgir við einum vanligum arbeiðsdegi.
Endamálið við Ung í arbeiði er bæði at geva teimum ungu møguleikan at forvinna sær nakrar krónur í summarfrítíðini og at geva teimum eina góða innleiðslu í arbeiðslívið.
Tiltakið er eitt gott samstarv millum Fuglafjarðar ungdómstilboð og teknisku deild hjá Fuglafjarðar kommunu.
Í ár vóru 26 ung við í tiltakinum - og vit fegnast um enn eitt væleydnað summar við arbeiðsgleði, nýggjum royndum og dugnaligum ungum.
