07.02.2024

25 ára starvsdagur

Hósdagin 1. februar 2024, hevði Ann Mari Hentze arbeitt í umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu 25 ár. Við hetta høvið var hugnaløta á býráðsskrivstovuni har Ann Mari fekk handað blómutyssi frá borgarstjóranum Dávur Juul.

Fuglafjarðar kommuna takkar Ann Mari fyri góða og trúgva tænastu við ynski um alt tað besta framyvir.