04.03.2024

Millum makligheit, makt og mammon – Altjóða kvinnudagur 2024

Vit hátíðarhalda aftur altjóða kvinnudagin 8. mars í Fuglafirði, og Demokratia skipar fyri bussi úr Havn.

Eins og onnur ár hjúkla vit fyri eygum, oyrum og smakki, tí Mentanarhúsið er gjørt út til at vitjandi fáa eina góða uppliving.

Kl. 18 lata Vínkúllarnir upp í kaféini í Mentanarhúsinum, har grafisk verk hjá Nicolinu Højgaard hanga uppi í gongini. Byrja vikuskiftið væl við leskiligum mati og drekka t.d. saman við góðum vinkonum. Vit fáa eisini framúrskarandi tónleik frá Elinborg, og Elisa Vang fær okkum at flenna í kíki!

Á skránni eru trý sofaprát, sum Hansa Hansen hegnisliga leiðir:

 

Frá skotgrøvum til faklig innlit

Í fyrsta sofaprátinum verður ein spildurnýggj bók løgd fram, essaysavnið 'Abort - Grundgevingar fyri rættinum at velja sjálv.'
Vit hitta ritstjórar og rithøvundar: Turið Hermannsdóttir, ph.d., fólkalívsfrøðingur; Turið Nolsøe, ph.d., retorikkari; Katla Heðinsdóttir, ph.d., heimspekingur.

 

Støður og kringumstøður – valið frítt?

Í næsta sofaprátinum hittast kvinnur við ymsum sjónarvinklum.
Hvørjar støður kunnu ávirka kvinnur í Føroyum, tá tær verða ótilætlað við barn.

Luttakarar: Turið Debes Hentze, løgfrøðingur og mediator; Lillian B. Poulsen, heilsufrøðingur; Heidi C. Nielsen, sosialráðgevi.

 

Hava vit sovið í tímanum? Umsorganarkreppa við javnstøðubrillum

Í triðja sofaprátinum hitta vit høgtstandandi kvinnur í einum práti um avbjóðingarnar í standa fyri framman.
Hesar eru: Malan Johansen, stjóri í Landsbankanum; Margit Stórá, heilsumálaráðfrúa; Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna; Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, Fróðaskaparsetur Føroya

Harumframt fáa vit sjálvsagt eitt hvast innspark frá Rønn Eliasen, mentanarleiðara í Fuglafjarðar kommunu.
Í november í ár verður kommunuval, og tí kemur Rósa Tyril Gaardlykke, næstforkvinna í Demokratia, við einum ressandi útsparki.

 

Ársins Brita

Og ikki at gloyma - ársins Brita skal veljast! Dómsnevndin fær aftur í ár góð uppskot frá lesarunum hjá Kvinnu, men hevur fult frælsi at velja egin uppskot uppá eina Britu.

Orðið Brita hevur fingið nýggjan týdning! Tað er ein sterk, framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir.

Demokratia skipar fyri ókeypis bussi, sum koyrir úr Havn gjøgnum tunnilin til Fuglafjarðar, áðrenn tiltakið byrjar og aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt. Tað ber til at koma uppí ymsa staðni á vegnum. Bussurin koyrir forbí Tjóðsavnið á vegnum norður, og steðgar við Perluna á vegnum suður aftur.

Atgongumerki - og bílegging til Demokratiabussin - á www.mh.fo