Mentanarstuðul
Fuglafjarðar kommuna setir á hvørjum ári pening av til mentanarstuðul.
Endamálið við mentanarstuðlinum er at stuðla verkætlanum, tiltøkum og átøkum, ið ríka og menna mentanarlívið í kommununi.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum – www.samleikin.fo.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú senda kommununi eina umsókn á info@fuglafjordur.fo. Stuðulspolitikkurin hjá kommunini kan lesast her.
Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.