20.11.2023

Námsfrøðingur og avloysarar til Stropan á Kambsdali

Brennur tú fyri trivnaðinum og menningini hjá tí einstaka barninum?

Kundi hugsa tær at arbeitt miðvíst við Betri vinir og motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir námsfrøðingi, ið vil verða við í okkara menningararbeiði og sum ynskjur at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin byrjaði sítt virksemi í september 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á stovninum starvast 18 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk, ið gleða seg at fáa teg í starvsfólkahópin.

Dagstovnurin liggur á Kambsdali, ið er ein sonn náttúruperla, ið setur stóran dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit m.a. við Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska sansastimbran og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingi, ið kann arbeiða sjálvstøðugt, er ja-ligur, er ígongdsetandi, dugir at samstarva, taka ábyrgd, og dugir at seta sær mál, eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Vit bjóða:

  • Eitt áhugavertfulltíðarstarvætlaðnámsfrøðingi, har møguleiki kann verða fyri niðursettari arbeiðstíð.
  • Starv við skemalagdari fyrireikingartíð, ið gevur góðar umstøður til at fyrireika, eftirmeta og útinna ta námsfrøðiliga arbeiði.
  • Starv, har menningin hjá tí enstaka barninum er í miðdeplinum.
  • Starv, har foreldrasamstarv verður raðfest høgt.
  • Starv, har ein kemur at hava ávirkan á sítt arbeiðslív.
  • Starv, har ein gerst partur av einum góðum og støðugum starvsfólkahópi, ið raðfestur trivnað og fakliga menning høgt.

Harafturat sóknast vit eftir:

Avloysarum, ið kunnu starvast skiftandi vaktir og møta við stutttíðar fráboðan. Lesandi eru eisini vælkomin at søkja.

Setanarviðurskifti:

Starvið, ætlað námsfrøðingi, verður sett mánadagin 1. januar 2024 ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarflokkur 2 - 8 fyri hjálparfólk og 11 – 24 fyri námsfrøðingar. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Fuglafjarðar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Mikudagin 29. novembur 2023 kl. 12.00

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5
530 Fuglafjørður

Ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara á tlf. 238041 ella stropin@fuglafjordur.fo. Eisini ert tú vælkomin at vitja okkum á Børkugøtu 1 á Kambsdali. 

Starvslýsing sum PDF