Eldrasambýlið Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar 2 eindir.
Røktarbúeindin er ein væl skipað eind, 3 starvsfólk eru á dagvakt og 2 á kvøldvakt, á búeindini búgva 10 búfólk. Gøtubrá er eitt hugnalig heim, arbeiðsumstøðurnar eru góðar og trivnaðurin millum starvsfólkini er góður. Vit leggja vekt á at tú sum røktarstarvsfólk hevur tíð til at veita umsorgan og røkt, ið er tillaga til einstaka búfólkið.
Toymið á Røktarbúeindini er samansett av sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, heilsuhjálparum og ófaklærdum. Harumframt hava vit eitt gott tvørfakligt samstarv við lækna, fysioterapeut og ergoterapeut.
Røktarbúeindin er eitt fleksibult arbeiðspláss fyri okkara starvsfólk, vit lurta eftir ynskjum, tá ið arbeiðsætlanin skal leggjast til rættis. Vit leggja dent á at arbeiða á einum fakliga høgum støði, og eru tí tilvitaði um at starvsfólkini fáa møguleika fyri menning.
Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum heilsurøktari, heilsuhjálpari ella starvsroyndir innan eldraøkið.
Tað snýr seg um fylgjandi størv:
- 1 fast starv á røktardeildini í starvsbrøki o,8 at byrja 1.august ella eftir avtalu
Nánd leggur dent á, at tú hevur:
- førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum við røktartørvi stuðul og hjálp
- førleika at stimbra trivnaðin hjá bæði búfólkum og starvsfólkum
- evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðnum
- jaligan hugburð
- góð samstarvsevnir
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott tvørfakligt samstarv
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Jonnu Joensen, deildarleiðara á Gøtubrá, tlf. 730252 og teldupost jonna@eystur.fo
Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: jonna@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 2 juni 2022.
Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tu hevur áhuga og førleika at arbeiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipa javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo