Góðu tit øll - næmingar, lærarar, starvsfólk, fuglfirðingar, býráð, landsmyndugleikar, og øll tit, ið møtt eru. Vælkomin til hesa stóru løtu.
Eg havi hug at byrja við at brúka tey kendu orðini hjá eini landsstýriskvinnu: ”Endiliga”.
Sjálvur skúlin bleiv tikin í nýtslu 7. februar, men grundað korona bleiv avgjørt at útseta víglsuna til í dag 2. apríl.
Tann 7. februar var ein stórur dagur hjá næmingum og starvsfólkum, sum ótolin høvdu bíðað eftir at sleppa inn í henda skúlan. Tað var hugaligt at síggja børnini marsjera frá gamla FK-bygninginum, sum bleiv nýttur til skúla, og heim í henda nýggja skúlan. Tað sást, hvussu spent tey vóru at koma inn í skúlan.
Skúlabyggingin, sum tey við spenningi hava eygleitt frá tí at spakin varð settur í tann 1. mars 2017.
Fyri 88 árum síðani bleiv ein minni skúli - í okkara barnaeygum ein stórur skúli - bygdur á hesa grund.
Tað, ið er felags fyri hesar báðar skúlar, er, at báðir vóru/eru bygdir inn í framtíðina.
Ein íløga í børnini. Tey, sum koma at taka kelvin (stafettina) og bera samfelagið inn í framtíðina.
Eitt gamalt orðatak sigur: ”Tað, ið ungur nemur, hann gamal fremur”
Í dag hevur onkur sagt ”Tað ungur nemur, ungur fremur”
Tá skúlin bleiv bygdur í 1936, var tað ein risa íløga. Mær er fortalt, at teir ráðandi tá vóru hildnir at vera ørir at byggja ein so stóran og kostnaðarmiklan skúla.
Í dag, 88 ár seinri, er henda skúlaíløgan eisini ein risa íløga uppá heilar 118 mill., ið svarar til knappar tvær skattaálíkningar hjá Fuglafjarðar kommunu. Og tað er eitt stórt tak hjá eini kommunu við góðum 1600 íbúgvum. Hettar er mær vitandi tann størsta einstaka íløgan, sum Fuglafjarðar kommuna hevur gjørt.
Tá tað kemur til skúlabygging hevur Fuglafjørður ikki verið eftirbátur.
Sum sagt, bleiv fyrsti skúlin á hesum matrikkli bygdur í 1936. Næsti skúlin, sum bleiv bygdur uppí 1936-skúlan, kom 28 ár seinri. Tann vit kallaðu ”nýggi skúli”, men sum í dag eitur ”64-skúlin” eftir árinum, ið hann bleiv bygdur.
64-skúlin bleiv ikki endaliga liðugur fyrr enn áleið 1980. Í 1971 bleiv bygt uppí 64-skúlan oman eftir.
Reyði skúli kom, um eg minnist rætt, í 2003.
Sjálvur gekk eg í tí gamla skúlanum og 64-skúlanum, sum tá ikki var heilt liðugur.
Tá tann skúlin bleiv tikin í brúk, var bara fyrsta og onnur hædd gjørd og fimleikahøll.
Svimjihylurin bleiv gjørdur liðugur áleið 1972, og flokshølini í ovastu hædd blivu liðug í 1974.
Tá 64-skúlin kom, komu børn úr nærum øllum norðurøkinum at ganga real í Fuglafirði.
Eg minnist børn úr Funningi, Oyndarfirði, Hellunum og so tey úr Gøtu og Leirvík, sum enn ganga her. Tá var sjóvegis ferðasamband ímillum Klaksvík og Fuglafjørð, og bygdirnar norður til Funnings.
Eg minnist eisini, at handilsskúli var her um kvøldarnar, har tey, sum lærdu í banka, á skrivstovu og í handli, gingu í skúla eftir arbeiðstíð.
Í gamla skúla gingu vit barnaskúlan, og eftir tað, sloppu vit yvir í 64-skúlan, sum húsaði real og 8. til 10. flokk.
Tey fyrstu árini eftir at 8. - 10. flokkur byrjaði, hevði skúlin vallærugreina-samstarv við Glyvra skúla.
Í hesum bygninginum fekk ein virðir frá lærarum, sum ein í dag hevur notið gott av.
Eg kann viðmerkja, at viðførningurin kundi verið rúgvismiklari, um ein hevði verið betur viðspælari, men tað hevði ein nokk ikki stundir til tá. Tað var nokk nógv annað, ið mól í høvdinum á einum unglingi enn skúlin.
Eg kann eisini tríva í tey fyrstu árini, tá eg gekk í skúla á hesari grund. Tá vóru vit í skúla mánadag til fríggjadag til kl. 14:55, og leygardag til kl. 12:15.
Eg kann taka sum dømi, at tá eg fór í 1. flokk í 1964, møttu vit kl. 11:30, fóru heim til døgurða kl. 12:15, og møttu so aftur kl. 13:15, og fóru heim kl. 14:55.
Hví so var, veit eg ikki, men nokk hevur tað verið plásstrot, tí 2. flokkur fór heim, tá vit komu í skúla.
Ein má ásanna, at skúlin hevur flutt seg rættiliga nógv síðani ein sjálvur gekk í skúla.
Fyrr var áherðsla løgd á uttanat læru, í dag er tað meira at duga at leita tilfarið fram, læra um tað og bera tað fram. Tað er heilt ótrúligt at síggja, hvussu erlig og frí hesi ungu fólkini eru í dag.
Við hesum stásiliga bygningi hava vit fingið ein fantastiskan skúla til næmingar upp til 7. flokk.
Hádeildin fær eisini gleði av hesum skúla, tí av teimum 3.700 fermetrunum, eru 2.000 fermetrar felagshøli við hádeildina.
Eg eri ikki í iva um, at hesar góðu umstøður koma at gagna bæði næmingum og lærarum.
Mín vón er, at vit, um ikki alt ov langa tíð, koma at nútíðargera 64-bygningin, sum er bygningurin, har hádeildina húsast.
Hetta er ein íløga á áleið kr. 50-60 mill.
Eg vil takka undanfarna býráðnum, sum setti hesa verkætlan á skinnaran í 2016, og har fyrsti spakin bleiv settur í 1. mars 2017.
Eg vil takka núverandi býráð, arbeiðstakarum og ikki minst tykkum, sum hava starvast í skúlanum, og børnum, fyri tykkara tolsemi, nú tit hava búleikast á einum byggiplássi í heili 5 ár.
Mær kom til hugs ein dagin, at um vit byrja uppá 64-skúlan innan stutta tíð, so koma tey, ið byrjaðu í 1. flokki á summri 2017, at hava gingið í einum skúla, sum hevur verið ein partur av einum byggiplássi øll skúlaárini.
At enda vil eg ynskja øllum fuglfirðingum, starvsfólkum og ikki minst børnum - Hjartaliga til lukku við skúlanum og Guds signing.
Takk fyri!
Dávur Juul, borgarstjóri
- apríl 2022