20.02.2022

Kunningartiltak um vitjunartænastu

Hevur tú ein tíma at brúka sum vitjanarvinur hjá onkrum, sum ynskir at fáa vitjan?

ella

Ynskir tú, ella onkur tú kennir, at fáa vitjan ein tíma um vikuna?

 

Fuglafjarðar Kommuna og Reyði Krossur Føroya hava avtala at skipað eina vitjanartænastu fyri
Fuglafjørð, Kambsdal og Hellurnar. Í tí sambandi verður skipað fyri einum kunningartiltakið

 

Tíð:    Leygardagin 26. Februar 2022 kl. 14.00
Stað: Býráðssalurin, Í Støð 5, Fuglafjørður

 

Skrá fyri tiltakið:

  • Vælkomin - Edva Jacobsen, forkvinna í sosialu nevnd
  • Jóhannes Eidesgaard og Dávur Juul skriva undir uppá samstarvsavtaluna
  • Eyrith Guttesen Leyni og Marin Samuelsen frá Reyða krossi Føroya fortelja um vitjanartænastuna
  • Sunrid Traðará og Alexandra Georgesdóttir, sum eru samskiparar fyri
    vitjanartænastuna, fortelja um teirra uppgávu.

Hjartaliga vælkomin til kunningartiltakið

Reydikrossur_vitjunartanastan_faldari_M65_Fuglafjordur