Tíðindi frá Nánd.
Nánd hevur sett Ásu Davidsen í starvið sum deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík. Miðstøðin veitir heima- og sjúkrarøkt til borgara í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, umframt endurvenjing til borgara 67 ár og eldri. Ása Davidsen er ættað úr Nólsoy, hevur útbúgving og hollar starvsroyndir innan sjúkrarøktarfrøði og leiðslu, og hon byrjar í starvinum tann 1. juni 2019.
![](https://fuglafjordur.fo/wp-content/uploads/2018/04/nnd-bmerki-500x250.png)