03.05.2019

Tíðindi frá Nánd.
Nánd hevur sett Ásu Davidsen í starvið sum deildarleiðari á Miðstøðini í Leirvík. Miðstøðin veitir heima- og sjúkrarøkt til borgara í Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu, umframt endurvenjing til borgara 67 ár og eldri.  Ása Davidsen er ættað úr Nólsoy, hevur útbúgving og hollar starvsroyndir innan sjúkrarøktarfrøði og leiðslu, og hon byrjar í starvinum tann 1. juni 2019.

Vinarliga
Kristina T. Larsen, leiðari