16.10.2018

SPENNANDI STARV Á TEKNISKU DEILD HJÁ FUGLAFJARÐAR KOMMUNU

  • 19
    Shares

Ert tú verkfrøðingur, byggifrøðingur ella hevur aðra hóskandi útbúgving, so er eitt spennandi starv á teknisku deild í Fuglafjarðar kommunu leyst at søkja.

Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tann setti hevur møguleika at menna tekniska økið í kommununi og seta dám á gerandisdagin.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir í verkætlanum, royndir frá kommunalari umsiting, kunnleika til 360 journalskipanina, kunnleika til ArcGIS kortskipaninia og dugir at brúka AutoCAD.

ARBEIÐSØKIÐ
• Byggimálsviðgerðir
• Verkætlanir
• Viðgerð og avgreiðsla av málum á tekniska- og vinnuøkinum
• Umsita og avgreiða matrikulmál
• Umsjón og tilrættalegging av viðlíkahaldi av kommunalum bygningum/ognum
• Samskipari av húsavarðatoyminum
• Samskifta við borgarar og myndugleikar
• Taka sær av ávísum skrásetingum
• Umsita grundstykkjalista kommununar
• Umframt aðrar uppgávur á teknisku deild, sum eisini verða álagdar av tekniska leiðaranum av deildini.

FØRLEIKAR
• Útbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella líknandi.
• Kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir
• Kunna tekna í AutoCad
• Góðar málførleikar í skrift og talu.
• Opin og fyrikomandi og góð evni at samstarva við m.a. borgarar, vinnulív, almennar myndugleikar, starvsfólk og kommunustýrislimir

VIT KUNNU BJÓÐA
• Eitt starv við fakligum avbjóðingum á ymsum økjum
• Góðar møguleikar fyri menning
• Ein fjølbroyttan og spennandi gerandisdag

SETANARVIÐURSKIFTI
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett 1. desember 2018 ella eftir nærri avtalu. Tann setti vísir beinleiðis til tekniska leiðaran.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum AKF og Fíggjarmálaráðið.

UMSÓKNIR
Umsóknir saman við prógvum og upplýsingum um lívsroyndir skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 14. november 2018 kl. 16.00 á adressuni:
Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
530 Fuglafjørður
ella á teldupostadressu: info@fuglafjordur.fo

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Pætur Joensen, leiðara á teknisku deild, á telefon 238005, teldupostur: patur@fuglafjordur.fo, ella Jákup Frants Larsen, kommunustjóra, á telefon 238002, teldupostur: jakupl@fuglafjordur.fo

Lýsingin í pdf