KUNNING frá FUGLAFJARÐAR HAVN:
Fríggjadagin 26. august umleið kl 9:00 er kranabilur á kajuni, fyri at seta bátar á sjógv.
Leygarmorgunin 27. august kl 9:00 verður bátahylurin opnaður fyri bátum, sum frammanumdan hava bátapláss.
Bátapláss-nummur fáast í "Undirhúsinum" leygarmorgunin 27. august frá kl. 8:30.
Kl 10.00 verður morgunmatur í Mentanarhúsinum, har kunning verður um el, vatn við meira.
Eru spurningar, kunnu fólk venda sær til havnaskrivstovuna ella bátafelagið.
FUGLAFJARÐAR HAVN