04.07.2016

Havsbrún 50 ár

Heilsan og afturlit

Eg skal vegna havna- og vinnunevndina ynskja Havsbrún hjartaliga til lukku við teimum 50 virkisárinum, ið higartil eru løgd afturum og komin uppá loggið.

Til lukku til eigararnar, nevndina, leiðslu og til øll tey sum starvast og hava starvast á Havsbrún.

Tað var í tøkum tíma, at Havsbrún kom og byrjaði sítt virksemi, tá mitt í 60unum. Vinnulívið i Fuglafirði var um hetta mundið í einum djúpum aldudali. Øll tey trí, eftir okkara málistokki, stóru útgerðarfeløgini, vóru farin á húsagang innanfyri eitt tíggjuáraskeið stutt frammanundan. Fa. Sigurð Simonsen í 1952, P/F Jákup Haraldsen í 1954 og S.P. Petersen Eftf. í 1962.

Tá tað so frættist, at Føroya Landstýri hevði ætlanir um, at ein sildaoljuverksmiðja skuldi byggjast í Føroyum, vóru tey lokalu fakfeløgini, virkini ið eftir vóru, einstaklingar og Fuglafjarðar Kommuna skjót at lofta hesum hugskotið. Her sóu menn ein nýggjan møguleika at vinna aftur tey mongu mistu arbeiðsplássini.
Strembanin gav úrslit og bleiv felagið Havsild stovna út á heystið í 1964. Seinni kom felagið Dagsbrún úr Tórshavn við inn í ætlanina, sum harvið gjørdist munandi størri. Saman stovnaðu Havsild og Dagsbrún á sumri í 1965 Í/F Havsbrún og tók verksmiðjan ímóti fyrstu lastini tann 30 Juni í 1966.

Eftir at Havsbrún byrjaði sítt virksemi, sást skjótt, at meira lív kom í Fuglafjørð aftur. Havsbrún hevur síðan tá verið ein av høvuðsleikarunum í tí stóru menningini á vinnuøkinum í Fuglafirði hesi seinastu 50 árini.

Vit í vinnunevndini fegnast eisini um, at tey virkir sum frá fyrstum uppstóðu í kjalavørranum av Havsbrún, eins og onnur eldri virkir, sum veittu Havsbrún og serliga teimum mongu skipunum ið vitjaðu Fuglafjørð fjølbroyttar tænastur, eisini megnaðu at møta nýggju avbjóðingini, ið byrjaði tá ið alivinnan tók seg upp fyrst í 80inum.

Sum frá leið kundu hesi somu virkir bjóða alivinnuni allar tær tænastur ið henni tørvar. Sum til dømis Vónin við alinótum og fortoyingsútgerð. KJ Hydraulik við tvíkiljunum og aliringum. JT Eletric við ljós og kamera skipanum, fóðringsanleggum og fóðurflakum. Bergfrost við frystigoymslu til fiskavørur. Petur Larsen við flakamaskinum. Og ikki minst Havsbrún sjálvt, ið veitur stórar nøgdir av laksafóðuri.

Sum tað týdningarmesta virki av sínum slag hetta 50ára tíðarskeiðið, hevur Havsbrún havt og hevur framvegis sera stóran týdning, ikki bara fyri Fuglafjørð men fyri alt tað Føroyska samfelagið. Tað sigur seg sjálvt, tá hugsa verður um at virkið einsamalt hevur ein umsetning omanfyri milliardina seinastu árini. Hetta táttar upp ímóti 10 prosentum av BTÚ landsins.
Jú, góðar orsøkir eru at ynskja Havsbrún til lukku, og vóna vit at góða gongdin heldur áfram.

Í hesum samanhangi er hóskandi at nevna kommunurnar leiklut í menningini av vinnulívinum í bygdini, ið er sera eyðsýniligur, eisini tá talan er um Havsbrún. Umframt at seta 150 tús. kr. í partapeningi í Havsild í 1964, sum tá svaraði til 20 prosent av eini skattaálíkning, so hevur kommunan støðugt skapt fyritreytirnar og karmarnar fyri framhaldandi menning av Havsbrún hesi seinastu 50 árini.
Hetta hevur verið gjørt í góðum samstarvi við Havsbrún, við atlitið til teirra tørv og figgjarorku kommununar. Seinastu dømini um hettar eru mjølgoymslu tunnlarnir inni í fjallinum, sum júst nú eru liðugtgjørdir og víðkanina av havnalagnum til nýggja fóðurgoymslu.

So, uttan at taka nakað frá Havsbrún, ber illa til at hugsa um “succesina” Havsbrún, uttan at hugsa um leiklut kommunurnar í “succesini” Havsbrún.

Enn einaferð til lukku Havsbrún og til lukku Fuglafjørður, við ynskjum um góðan byr framyvir.

Vegna havna- og vinnunevndina
Fuglafirði, tann 30 Juni 2016

Sigurð S. Simonsen