Byrja virksemi

Fuglafjarðar kommuna ynskir at stuðla og eggja undir, at nýtt virksemi ikki verið hildið aftur. At hava dirvið til at spretta upp úr ongum, er ikki altíð lætt, men týdningarmikið er at menna vinnulívið og at uppbyggja nýggja vinnu.

SPEKT hevur givið út ein bókling undir heitinum "byrjan av virksemi". Í bóklinginum eru lýst nøkur týðandi viðurskifti, ið havast skulu í huga, tá farið verður undir vinnuligt virksemi.

Í sambandi við stovnan av egnum felag eru nógvir spurningar at taka støðu til, og nógv viðurskifti at fáa greiðu á. Talan er tó ikki um eina fullfíggjaða gjøgnumgongd, men nevnt er tað, ið SPEKT hevur mett um at vera tey mest týðandi viðurskiftini.

Bóklingurin fæst sum pdf-fíla her: Byrja virksemi.pdf