Nýtt listaverk við heitinum: Tíðarferðandi frá Tummas Jákup ThomsenSpakin settur í – myndarøð (Dávur Winther)Heildarverk og Fuglafjarðar kommuna skriva sáttmála.

Nýtt listaverk við heitinum: Tíðarferðandi frá Tummas Jákup Thomsen

Tíðarferðandi

Stóra takk fyri Tummas Jákup. Takk fyri veggin, verkið, hugskotið og gott samstarv. Eisini takk fyri gott samstarv við neystaeigarar, fotografin Hans Mohr, fyri at hava fangað løtuna og takk fyri frálíka filmin, Flóvin. Sí leinkju: tíðarferðandi - YouTube

Á Varmakeldu fáa vit høvi at heilsa uppá listamannin og hoyra hann greiða frá verkinum.  Meir um hetta seinri.

Fuglafjørður fegnast

 

 

 

Heildarverk og Fuglafjarðar kommuna skriva sáttmála.

Í samband við at borgarstjórin saman við 1. flokki í Fuglafjarðar skúla í dag settu spakan í jørðina fyri skúlabyggingina, skrivaðu borgarstórin Sonni á Horni og Torfinn Nón fyri Heildarverk undir sáttmála fyri jørðarbeiði, sum er 1. stigið at byggja nýggja skúlan í Fuglafirði.

Næsta stigið er at fáa sáttmála um sjálva byggingina undir land og er hetta arbeiðið í gongd og kann roknast við, at hetta er klárt áðrenn skúlin fer í summarfrí.

Jørðarbeiðið kemur eftir ætlan at taka hálvan fjórða mánað og tá tað er liðugt, verður farið beinanvegin undir sjálvt byggiarbeiðið og at taka gamla skúla niður.

Fuglafjarðar kommuna hevur saman við Heildarverk, MAP Arkitektum, SMJ og LBF skipað arbeiðið í partalagi.