10.05.2019

NÝGGI SKÚLI

Mitt í bygdini millum høg fjøll, reisist skjøldurin á nýggja skúlanum  og fangar eygað.

Nýggi mentanarberin í bygdini, má gjarna síggjast fram um aðrar við sínum sermerkta skjøldri.

Íblásturin, frá gamla skúlabygninginum, sum fyrsti føroyski arkitekturin, við útbúgving frá Kunstakademiinum, Hoffgaard teknaði fyrst í tredivu árunum, er týðuligur og vil halda lív í minninum um hin einferð so tignarliga skúlan.  

Har gamli skúlin stóð, stendur nú ein nýggjur bygningur við vøkrum sermerktum skjøldri og boðar frá góðum.  Sum fuglurin Føniks er skúlin endurreistur og boðar um vón, lærdóm og nýggjar tíðir.