MENTANARDAGAR

Her er samlaða skráin fyri Mentanardagar og Harmonikutreff 2016 sum pdf til at taka niður:

Skrá til mentanardagar

Mentanardagarnir 2016 verða hildnir frá týsdegnum 30. august til sunnudagin 04. september.

Høvuðstankin við Mentanardøgunum er at varpa ljós á mentanina í økinum og at virka kveikjandi, soleiðis at enn meira mentanarligt virksemi kann skapast.

Sum eina yvirskipaða yvirskrift fyri samlaðu skránna hava fyrireikararnir arbeitt við hugtakinum “tilfeingismentan”. Her verður sipað til mentanarliga samanspælið ímillum vinnu, vitan og mentan. List og fólkslig mentanin hittir skúlaskap, vitan og gransking, saman við vinnu og framleiðslu. Hesir tríggir tættir eru óloysiligir partar av samleikanum hjá Fuglafirði og tað endurspeglast aftur í Mentanardøgunum, sum hava til endamáls at byggja enn fleiri brýr og samstørv ímillum hesi trý virkisøkini.

Millum mest lokkandi tiltøkini í ár eru m.a. ein matmarknaður á torginum við Mentanarhúsið har fyritøkur og einstaklingar koma at vísa fram, selja, og bjóða smakkiroyndir av framleiðsluni. Talan er bæði um stór ídnaðarvirki, smærri heimavirki og einstaklingar.

Onnur tiltøk eru m.a. konsert við Marius, svimjihyljarkonsert við Gretu Svabo Bech, Street Food í EIK við Leif Sørensen, ein hópur av tiltøkum í regnskjólagøtuni, sjónleikur, framsýningar, kjak, spennandi gestamarknaður í Ribarhúsi og mangt annað. Harumframt er Føroya størsta harmonikutreff samstundis sum Mentanardagarnir og tað setur sín tónleikaliga dám á býin og tiltøkini. Tiltøkini til Mentanardagarnar eru í ávísan mun ókeypis, meðan harmonikutreffið krevur atgongumerki. Atgongumerki til treffið fáast á Kunningarstovuni 238015.

Eitt nýtt átak, sum ætlandi skal knýta bond millum vinnulív og listafólk verður avdúkað til sjálva setanina av mentanardøgunum.

Setið tykkum í samband við mentanardagarnar á tlf. 23 80 10 ella skrivið okkum ein teldupost á mentanardagar@fuglafjordur.fo

Hetta er 5. árið at Mentanardagar verða hildnir í Fuglafirði.

Vit leggja feskastu tíðindini og evt broytingar og annað viðv. tiltøkunum inn á okkara facebook so hvørt. Fylg okkum á Facebook her.