Reingerðararbeiði

Útbjóðing:

Við hesum verður arbeiðið at gera reint á hesum kommunalu bygningum lýst leyst:

Kommunuskúlin saman við svimjihyli og ovaru hæddini av ÍF húsinum, dagstovnurin Kambur, dagstovnurin Stropin, dagstovnurin Barnalund, Mentanarhúsið, havnaskrivstovan, barnaverndartænastan fyrisiting, undirhúsið, læknamiðstøðin, býráðsskrivstovan og bókasavnið/ kunningarstovan.

Arbeiðið fevnir um dagliga reingerð og høvuðsreingerð.

Øll reingerðin verður bjóðað út undir einum, tó skal verða tilskilað hvussu nógv hvørt einstakt vaskistað kostar.

Útbjóðingartilfar fæst við at venda sær til skrivstovuna hjá Fuglafjarðar kommunu, tlf. 668000 ella á teldupost info@fuglafjordur.fo, móti gjaldi á kr. 2.000,-

Sigast skal tó frá at kommunuskrivstovan er stongd frá 25. juli til 05. august 2016.

Fuglafjarðar kommuna ynskir at verandi reingerðarfólk sleppa at halda áfram innan reingerð, men roknast kann við broytingum, ið komandi arbeiðstakari fremur.

Arbeiðstakarin skal vera limur í arbeiðsgevarafelagnum. Veitari skal kunna skjalprógva, at amboð og tilfar annars er brúkaravinarligt og lýkur øll krøv viðvíkjandi heilsu. Við í tilboðnum skal vera alt reingerðartilfar, so sum klútar, sápur og amboð annars.

Tilboðið skal latast Fuglafjarðar kommunuí afturlatnum brævbjálva í seinasta lagi 15. august 2016, merkt “Tilboð reingerð”.

Fuglafjarðar kommuna tilskilar sær rætt til at velja millum innkomin tilboð ella einki at taka.

Miðað verður fram ímóti, at reingerðin byrjar tann 01. oktober 2016.

Fuglafjørður 12 juli 2016
Fuglafjarðar kommuna