Avloysari fyri námsfrøðiligan stuðul til Fuglafjarðar skúla

Søkt verður eftir avloysara fyri námsfrøðiligan stuðul, ið fer í barnsburðarfarloyvi í tíðarskeiðinum frá 28.08.2016 til 02.07.2017.
Stuðul hjá næmingum í hádeildini. 900 árstímar (20,5 klokkutímar/skúlaviku)

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, er fyrikomandi, dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan.

Førleikakrøv
Námsfrøðingur. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett ístaðin.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mikudagin 24. august kl. 15.00. Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til olavur.thomsen@skulin.fo

Fuglafjarðar skúli hevur næsta skúlaár 270 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 25 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 3 námsfrøðiligir stuðlar.