07.06.2019

Hevur tú fjús í reyvini?

Hevur tú fjús í reyvini?

Tímir tú at rokast saman við okkara ungu?

Vit leita eftir eini ella kanska tveimum eldsálum at taka fyrsta stigið saman við okkara ungu at seta gongd í eitt ungdómshús her í býnum. Fuglafjarðar kommuna hevur sett nakað av peningi av til at gera eina royndarverkætlan í heyst, ætla ungum í aldrinum 7. fl. til 10. fl.

Starvið er tíðaravmarkað við byrjan 15. august til 30. november.

Vit ímynda okkum at tú ert bráð/bráður, hevur eitt spælandi lyndi og dámar at rokast saman við ungum við t.a. at byggja, smíða, mála  ella okkurt heilt annað, so at karmarnir kring ungdómstilboðið kunnu mennast í felag við teim ungu.

Er eldur komin í fjúsið?  Set teg vinaliga í samband við Mentanardeildina áðrenn 20. juni

Vit svara fegin fyrispurningum

 

Mentanardeildin

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

FO 530 Fuglafjørður

238014


Warning: Use of undefined constant php - assumed 'php' (this will throw an Error in a future version of PHP) in /var/www/fuglafjordur.fo/public_html/wp-content/themes/theme54575/includes/post-formats/standard2.php on line 66